
Open Mic/Open Stage við Onnu Sabinu
Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er tað Anna Sabina, sum er serligur gestur.
Anna Sabina er ein ung kvinna av Toftum, sum hevur skrivað sangir, síðani hon var heilt ung. Anna og bólkur hennara hava eksperimenterað nógv við hennara løgum, og tí eru tey øgiliga ymisk.
Anna hevur skrivað sangir útfrá sínum egnu upplivingum, tonkum og frá einum kvinnuligum sjónarhorni. Bólkurin hjá henni er samansettur av vinfólki og familju, sum hava eins stóran áhuga í tónleiki sum hon. Teimum dáma væl at spæla løg, sum fevna vítt í stíli og innihaldi t.d. eru summi løg løtt og stuttlig og onnur innilig og álvarsom.
Tey framførdu fyrstu ferð í 2024 í Blómuhúsinum á Toftum, og ætla at halda fram at spæla í 2025.
Anna Sabina á Torkilsheyggi (vokal)
Tabita Maria á Torkilsheyggi (vokal)
Jóel á Torkilsheyggi (bass, kassaguitar, vokal)
Jónas Thomsen (klaver, kassaguitar, percussion, vokal)
Áron Poulsen (el-guitar, kassaguitar, vokal)
Dávid Leon Heinesen (trummur, bongotrummur)
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Innskrivan er frá kl. 19.30, og kl. 20.00 fer Anna Sabina á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið og tiltakið er partur av Spæl føroyskt.