Open Mic/Open Stage við Stubbunum

Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er tað Stubbarnir, sum eru serligur gestur.

Stubbarnir er ein nýggjur og frískur tónleikabólkur. Bólkurin telur fimm ungar tónleikarar, sum møttust á Tónleikabreytini í Nám X, har teirra felags kærleiki til tónleikin skjótt gjørdist til teirra egna bólk.

Frá byrjan hava Stubbarnir skrivað egnan tónleik við íblástri frá tí veruliga lívinum. Tekstirnir eru inniligir og snúgva seg um tað, sum rakar beinleiðis í hjartastreingirnar.

Hjá stubbunum er eingin fastur leiðari – øll í bólkinum fáa pláss til at vísa síni evni og leggja sín persónliga dám á tónleikin. Hetta gevur tónleikinum eina fjølbroytta, men samanhangandi kenslu, sum ger bólkin serstakan.

Manning:
Heiðrun í Dali - sang
Ranja Eir Maibrittardóttir- sang og klaver
Rósa í Stórustovu - guitar og sang
Tummas Árni Dam Christophersen - bass og sang
Jón Helgi Klein Lamhauge - trummur og guitar

Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fara Stubbarnir á pall.

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.

 

Open Mic/Open Stage við Stubbunum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
26
/
02
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic/Open Stage við Stubbunum

Nær
Wednesday
26
/
02
-
2025
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk