Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur
Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar
Vit hava
Um tiltak
Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur
Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar
Vit hava savnað teir bestu sjeriffarnir í Føroyum til at spæla fyri tykkum. Og her tosa vit um Hallur Joensen, Samal Ravnsfjall, Son of Fortune og Daniu O. Tausen. Tey fara at spæla alt frá country klassikarum til støvuttar balladur og banditta sangir úr amerikonsku songbókini. Og sum rosinan í revolvarinum, so fara tey eisini at spæla egin løg, sum eru inspireraði av ektaðum country.
Men ein kovboy er onki uttan sín hest, og country er onki uttan góðar tónleikarar. Og tí verður tað tann føroyska elitan, sum fer at spæla undir hjá teimum dugnaligu sangarunum. Tey, sum manna húsorkestrið eru:
Benjamin Petersen, guitar og sang
Mikael Blak, bass
Mattias Kapnas, klaver
Høgni Lisberg, ásláttur og sang
Jákup Zakariasen, alt sum hevur streingir
Nær
(Leygardag) 22:00
Atgongumerki
Útselt
You can not buy more than available tickets, please try again!
Vetrarjazz 2021
Vágsbotnur South African Jazz Band
Leygarkvøldið 20. mars kl. 20.30 spælir Vágsbotnur South African Jazz Band á Reinsarínum. Tey spæla suðurafrikanskan jazz eftir Mirjam Makeba, Abdullah Ibrahim, Johnny Dyani, Pharoa
Um tiltak
Vetrarjazz 2021
Vágsbotnur South African Jazz Band
Leygarkvøldið 20. mars kl. 20.30 spælir Vágsbotnur South African Jazz Band á Reinsarínum. Tey spæla suðurafrikanskan jazz eftir Mirjam Makeba, Abdullah Ibrahim, Johnny Dyani, Pharoa Sanders og eisini spæla tey løg eftir Lelle Kullgren, Pierre Dørge og Kristiani Blak.
Vágsbotnur South African Jazzband eru Katrina Olsen (sang, saksofon), Kristian Blak (klaver), Heðin Ziska Davidsen (gittar) Mikael Blak (bass), Brandur Jakobsen (trummur), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur) og James Goodwin (trummur/slagverk).
Nær
(Leygardag) 20:30
Atgongumerki
Prísur100,00 DKK
You can not buy more than available tickets, please try again!
Sjúkt, sjúkari, sjúkast
Vit hava fingið tríggjar kanónir at spæla fyri tykkum tann 20. mars í Perluni. Talan er um tríggir artistar, har lyklaorðini eru undirgrund, nýskapan og kvalitetur. Vit tosa
Um tiltak
Sjúkt, sjúkari, sjúkast
Vit hava fingið tríggjar kanónir at spæla fyri tykkum tann 20. mars í Perluni. Talan er um tríggir artistar, har lyklaorðini eru undirgrund, nýskapan og kvalitetur. Vit tosa um Jónas Langgaard, HÙS og Trendkill.
JÓNAS LANGGAARD
Jónas er maðurin við teimum sjúku beatunum, sum eru á ekseptionelt høgum støði. Vit kenna hansara beat frá m.a. Marius DC, har hann hevur pumpað síni eyðkendu beats inn í eitt moderna nu school hip hop univers. Men Jónas er meir enn bara beats, hann er eisini sangari og framleiðari.
Stílurin hjá Jónasi er myrkur, elektroniskur og eitt sindur popputur. Um mann skal seta eitt ítøkiligt heiti á tónleikin, so er tað lowkey sum tað gamla hjá the Weeknd.
Hetta er undirgrundin og framtíðin.
HÙS
HÚS er verkætlanin hjá Rólant av Reyni. Rólant hevur verið virkin á tónleikapallinum síðan 1995, og hevur spælt við ymsum bólkum t.d Makrel, verið DJ og nú tey síðstu árini sum einstaklingur og framleiðari.
Hóast HÚS hevur verið til í yvir 10 ár, kom fyrsta útgávan hjá HÚS “Nevember” ikki út fyrr enn í novembur 2018. Hon bleiv útgivin á plátufelagnum Kervið. Hendan plátan fekk sera góð ummæli, og bleiv vald at vera ársins útgáva 2018 á fleiri bloggum.
Tónleikurin hjá Hús er ein krutlut blanding av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur ummælari lýsir tónleikin sum eitt heitt klemm av folktronica. Onkur annar lýsir hann sum soundtrackið til ein dreyma sekvens í einum Sophia Coppola filmi.
Hoyr Tvinna hjá HÙS her:
TRENDKILL
Tað eru fáir bólkar í metalverðini, sum hava sett djúpri spor enn Pantera, sum teljast millum absoluttu svervektararnir innan metal. Pantera var ein bólkur, sum umfevndi alt frá tí eminenta guitarspælinum hjá Dimebag til tey óndastu growlini hjá Philip Anselmo, sum er ein tann besta røddin metalheimurin nakrantíð hevur vitnað.
Og hóast Pantera ongantíð aftur fara at spæla, so fara nakrir av okkara allabestu metal tónleikarum at spæla eina heiðurskonsert fyri kongunum úr Texas.
Trendkill er nemliga ein Pantera tribute bólkur, sum er mannaður av: Mikkjal (Sic, Amokk), Terja (Týr), Hera (MC Hár, Hamradun) og Sigurd (Amokk). Fýra menn sum hungra eftir at blása teg um koll við øllum teimum feitastu Pantera løgunum.
Hoyr Broken hjá Pantera her
Nær
(Leygardag) 22:00
Atgongumerki
Prísur150,00 DKK
You can not buy more than available tickets, please try again!
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.
Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri.