
Tú manst vita frá mongum at siga - LIVE á Reinsarínum
Aftur í ár verður finalan í vælumtóktu spurnarkappingini, Tú manst vita frá mongum at siga, send beinleiðis á Reinsarínum. Hetta verður fríggjakvøldið 28. februar kl. 20.30. Og nú hevur TÚ møguleikan at koma við í ”studio”. Spennandi verður at síggja, hvør fer við steypinum í ár.
Í fjør var nærum fullsett, og vit vænta eitt líka gott kvøld í ár.
Tiltakið er ókeypis og krevur ikki tilmelding – tó er týdningarmikið at møta stundisliga.
Kl. 19.45 - Dyrnar lata upp – Barrin er opin
Kl. 20.15 - Dyrnar lata aftur
Kl. 20.30 - Tú manst vita frá mongum at siga
Meðan luttakandi dansifeløgini yrkja, syngja vit felagssang, og høvi verður at keypa sær okkurt gott í barrini.
- Steypahandan
- Føroyskur dansur live í útvarpinum.
Kl. 22.00 - Mikrofonirnar sløkna og Tøkum Lætt skipar fyri almennum dansi – øll eru hjartaliga vælkomin, og dansurin er ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka til tiltakið. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tess. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.
Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.
Dansurin er ókeypis.