Ólafur Sveinsson í Smiðjuni í Lítluvík
Ólafur er frá Akureyri í Íslandi og sýnir fram tekningar, málningar og skulpturar. Ólafur fær íblástur frá íslendsku náttúruni og náttúru kreftum. Hann hevði sína fyrstu listaframsýning í 1984 og hevur síðani tá sýnt fram víða um uttanlands og innanlands.
Ólafur Sveinsson (f.1964 Reykjavík, Ísland) las á Listaskúlanum á Akureyri og Lahti í Finnlandi. Hann arbeiðir við nógvum ymiskum miðlum. Hann ger oljumálningar á tógv, av og á akryl, arbeiðir við vatnlitum, blýanttekningum, træskurði og kollasjum. Hann fær íblástur frá og arbeiðir við poppmentanini, landslagsverkum, surrealismu og fagurfrøðini í motor- og maskintilbiðjan. Umframt av og á at seta saman sersniðgivnar motorsúkklur.
Ólafur arbeiðir eisini við viði, nýggjum sersniðgivnum lutum umframt eldri íslenskt handverk so sum øsku, snævur og strikunálum. Ólafur hevur havt einstaklingasýningar og luttikið í hópframsýningum her heima og uttanlands.
Framsýningin verður 27. februar til 4. mars. Ferniseringen verður kl. 18-21. Hinar dagarnar er opið millum 11:00 og 18:00.