Stellu'sa barnaloppur

Góðu foreldur og børn. 13. juli kl. 11-16 verður spennandi barnaloppumarknaður í Perluni! Hetta er ein upplagdur møguleiki at spara pengar og endurnýta klæðir og leikur.

Her kanst tú keypa góðar vørur fyri ein brøkpart av upprunaliga prísinum! Og børnini læra eisini um endurnýtslu og týdningin av at ansa eftir okkara bláu planet.

Hug at selja?
Um tú liggur inni við leikum ella klæðum, sum eru klár at fara víðari, so kanst tú leiga eitt borð og selja vørurnar á staðnum.

Tað er avmarkað nøgd, og eitt borð kostar 200 krónur. Send okkum ein mail á torsgota@torshavn.fo, um hetta ljóðar áhugavert.

Matur, drekka og kontantir
Fyri at gera tað eyka hugnaligt, so verður kaffi, saft og kaka at fáa. Og minst til at taka reiðan pening við, um tú ætlar at keypa tær ein dýrgrip ella tveir.

Vit gleða okkum til ein dag, har fokus er á endunýtslu, hugna og bíligar vørur!

Stellu'sa barnaloppur

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
13
/
07
kl.
11:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Stellu'sa barnaloppur

Nær
Saturday
13
/
07
-
2024
kl.
11:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk