Blues, Country & Røvarasøgur við Sámal og Benjamin!

Ger teg til reiðar til eina festliga og ógloymandi konsert, tá Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen yvirtaka Reinsaríið tann 15. mars! Hetta er ikki ein vanlig konsert – hetta er outlaw rokk n’ roll beint frá livrini.

Hetta eru tveir dámligir harrar, sum fara at spæla gott country frá meistarligum nøvnum sum Waylon Jennings, Willie Nelson og Hank Williams. Harumframt verður eisini spælt støvut swamp blues og teirra heilt egnu løg, ið flestu føroyingar longu hava tikið til sín.

Teir hava lokkað eina sterka manning við sær á pallin:

  • Jan Rúni Poulsen á trummum
  • Torleik Mortensen á bass
  • Kim Hansen á tangentum

Og sum krúnan á verkinum, kemur Sanna Bæk Hoydal at syngja við á nøkrum av løgunum.

Takið vestin, kovboy kjólan, lummafløskuna og hattin fram – hetta verður eitt kvøld við klassa tónleiki, sum fær teg at gloyma tíð og stað.

Yehaw! Vit síggjast í Reinsarínum 15. mars – hetta verður ein konsert, har tú fert at angra tað, um tú ikki fer.

Blues, Country & Røvarasøgur við Sámal og Benjamin!

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
15
/
03
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
200
kr.

Blues, Country & Røvarasøgur við Sámal og Benjamin!

Nær
Saturday
15
/
03
-
2025
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
200
kr.

Onnur tiltøk