Masterclass/verkstova: Electronic Press Kit (EPK)

Listafólk biðja ofta um hjálp at skriva góð tíðindaskriv við vælskrivaðum og greiðum innihaldi og myndum. Men vit tosa sjáldan um allan pakkan og hvussu hann skal síggja út.

Vit skipa tí fyri eini verkstovu, sum savnar alt hetta: Ein verkstova um at skapa eina fullfíggjaða, greiða og professionella talgilda marknaðarføringsmappu (EPK).

Hvat er ein EPK? Hvat skal hon innihalda? Hvussu skal hon síggja út? Hvussu deili eg hana? Er ein EPK nokk ella burdi eg havt fleiri? Hví ikki bara skriva eitt gott gamal tíðindaskriv? Hvat er munurin?

Tá ið verkstovan er liðug, burdi tú havt svarið til alt hetta og eina greiða fatan av hvussu ein EPK skal síggja út, hvar/hvussu tú byggir hana upp, við øllum tí, ein móttakari skal hava fyri at lættliga fata tína søgu og stíl.- veri tað ein journalistur, spælistað/festivalur, plátufelag, ella ein møguligur manager/agentur, sum tú vilt seta teg í samband við.

Við at koma á hesa verkstovuna, fært tú møguleikan at hugsa kreativt og førka teg eitt stig fram um øll hini í fakligheit.

Verkstovan er fyri listafólk og fólk, sum starvast í tónleikavinnuni á onkran hátt (plátufeløg, konsertfyriskiparar, publishing, managers, osfr.)

Síðst men ikki minst: Endamálið er, at tú fert av skeiðnum við eini klárari, vælbygdari og professionellari EPK, sum er klár at brúka!

Verkstovan varar í 6 tímar (inkl. pausur):

14. mars: kl 17.00 – 20.00

15. mars: kl 11.00 – 14.00

Stað: Perlan

Skeiðið krevur tilmelding!

Síðsta freist at melda seg: 9. mars.

Leinkja til tilmelding: https://forms.gle/yrSis3bmxA3y19yZ8

Hvør heldur skeiðið?

Rosanna Connolly er PR-fólk við royndum hjá Universal Music, Apple, og Platoon. Hon rekur nú sína egnu fyritøku, Morena Comms.

Mary Mandefield er kringvarpsfólk og journalistur, og er vertur fyri tíðliga morgunmatarsendingini hjá Hits Radio. Hon stovnaði Making Moves fyri at stuðla nýggjum kreativum.

Tiltakið er skipað av FMX, TUTL Plátufelagið - TUTL Records og Tórsgøta.

Masterclass/verkstova: Electronic Press Kit (EPK)

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
14
/
03
kl.
17:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Masterclass/verkstova: Electronic Press Kit (EPK)

Nær
Friday
14
/
03
-
2025
kl.
17:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk