Open Mic / Open Stage - EagleCentric er gestur

EagleCentric er á gáttini við heildarútgávuni "Pushing Envelopes", sum kemur út sum LP pláta á heysti 2024. Trý av fýra stakløg eru útkomin talgilt.

“Sandonian Comfort”, sum kom út tann 26. apríl, verður millum annað spælt í A-rotatión á ensku útvarpsrásini Skylab Radio.

“Apple A Day” kom út tann 31. mai.

"Whatcha Gonna Do About It", eitt sokallað 'energetic Jazztronica dance track', kom út tann 28. juni og tað fjórða, “Beautiful Clock”, kemur út tann 26. juli.


Arnold Ludvig er EagleCentric allan vegin ígjønum.

Hann ger alt púra einsamallur, alt frá grundini av, sum tónaskald, framleiðari og framførandi. Umframt kompositiónir, mixing og mastering, ger hann eisini sjónbandaløgini sjálvur.

EagleCentric er ein verkætlan hjá Arnold við experimenterandi elektroniskum tónleiki.

Hann brúkar Albeton LIVE við midi-controllers, umframt samplingar av hansara rødd, bríkslan, bass spæli og øðrum. Onkutíð spælir hann eisini el-guitar.


Tónleikarar:

Arnold Ludvig -  Albeton LIVE, midi-controllers, samplingar, bríkslan, bass og el-guitar.

Open Mic / Open Stage - EagleCentric er gestur

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
17
/
07
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage - EagleCentric er gestur

Nær
Wednesday
17
/
07
-
2024
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk