Open Mic/Open Stage við Elisu Vang

Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum.

Ein serstakur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er tað skemtarin Elisa Vang, sum er serstakur gestur.

Elisa ger serliga skemt við íblástri úr dagligdegnum, har hon í við sjálvironi í stóran mun fer inn á munirnar millum menn og kvinnur.

Hennara framførslur eru kendar fyri at vera bæði skemtiligar og samfelagsliga aktuellar, og dugir hon at seta orð á komiskar støður, vit øll kunnu kenna okkum aftur í.

Sum nakað nýtt fer hon hesaferð at skemta á enskum! Og tað kallar hon fyri Stand-up in Fenglish. Tit kunnu tí gleða tykkum til, at Føroyar og føroyingar fáa “toyggið” hetta kvøldið, og kann ongin kenna seg heilt tryggan!

Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum tryggum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fer Elisa Vang á pall.

Stuðlað tiltakinum hevur Felagið Føroysk Tónaskøld.

Open Mic/Open Stage við Elisu Vang

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
30
/
10
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic/Open Stage við Elisu Vang

Nær
Wednesday
30
/
10
-
2024
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk