Býarskipan – Loysnir og avbjóðingar
Arkitektafelag Føroya bjóðar til spennandi fyrilestrar og kjak. Á skránni verða týdningarmikil evni sum býarmenning, arkitekturpolitikkur, íbúðartrot og mangt annað.
Tiltakið eru í Auluni í Finsen 31. oktobur kl. 18:30.
Claus Sivager, býararkitektur í Fredriksberg Kommune, fer at greiða frá samanspælinum millum fakligheit og politikk. Og hann vil eisini at vísa á dømi úr Føroyum, ið undirbyggja hansara sjónarmið.
Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur við dagligum virki hjá Landsverk, fer at lýsa arkitekturpolitikkin, sum Landsverk hevur sett á dagsskrá, og í hvønn mun ein slíkur politikkur eigur at vera nýttur.
Eftir fyrilestrarnar verður pallborðskjak, har framløguhaldararnir luttaka. Hetta gera teir saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi, Biritu Wardum, býararkitektur í Tórshavnar kommunu, og Eli Thorsteinsson, løgfrøðingi. Eitt nýtt panel, við umboðum frá politisku flokkunum, fer eisini at luttaka í kjakinum. Beinta Løwe verður orðstýrari og fer at leiða okkum ígjøgnum kvøldi.
Kaffi, te og køkur verða at fáa, og tiltakið er ókeypis.
Møtið fjølment – hetta er ein møguleiki at styrkja vitanina um arkitektur og býarmenning!