Niels Jensen í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadag 14. juni letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini verða bæði málningar og koltekningar. Myndaevnini eru ymisk, alt frá bókum til mánalýsi.

Niels hevur sýnt fram í Smiðjuni fleiri ferðir áður, og eisini hevur hann luttikið á framsýningum í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 14. juni klokkan 14, og verður hon opin til og við týsdagin 18. juni.

Upplatingartíðirnar eru:
- Fríggjadagin: 14-20
- Leygardagin: 12-20
- Sunnudagin: 12-20
- Mánadagin 14-20
- Týsdagin: 14-20

Niels Jensen í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
14
/
06
kl.
14:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Niels Jensen í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Friday
14
/
06
-
2024
kl.
14:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk