Tvær kvinnur greiða frá

Ísraelska Talia Sapir fer at greiða frá, hvussu støðan er í Ísrael eftir álopið 7. oktobur. Og jødiska Tove Udsholt greiðir frá, tá mamma hennara í 1943 flýddi úr Danmark til Svøríkis, tá ið Tove var bert 3 ára gomul. Mamman var noydd at lata hana verða eftir í Danmark og hvussu tað hevur ávirkað hennara lív, at verða uttan mammuna í fleiri ár.

Um Tove Udsholt:
Tove Udsholt var fødd í Keypmannahavn í 1940, abbi og omma hennara vóru russiskir jødar, sum flýggjaðu frá pogromunum í 1897.

Tá nazistarnir jagstraðu jødar í Danmark í september 1943, goymdu Tove og mamma hennara seg uppi á einum lofti í býnum Gilleleje. Tað var ein lokalur útróðrarmaður og kona hansara ið goymdu tær. Mamman flýddi til Svøríkis, meðan lítla Tove varð verandi eftir hjá parinum til fosturs.

Tá ið kríggið var liðugt, royndi Tove aftur at búgva saman við mammuni, ið var afturkomin úr Svøríki til Keypmannahavnar. Hon treivst ikki og vildi heldur verða hjá fosturforeldrunum í Gilleleje. Tá Tove gjørdist 18 ár, varð hon ættleidd av fosturforeldrunum.

Upplivingarnar hjá Tove er ein arvspegling av mongum jødiskum børnum í 1943, ið vóru goymd. Ein kensla at verða fremmandagjørd frá síni egnu familju, har kríggið setti djúp spor.

Tove arbeiðir í dag sjálvboðin við at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá felagskapinum Keren Hayesod, ið er ein jødiskur hjálparfelagsskapur. Ein grunnur bleiv eisini stovnaður fyri at hjálpa teimum 332 børnunum, ið gjørdust foreldraleys, tá Hamas leyp á kibbutzirnar í suður Ísrael tann 7. oktobur seinasta ár.

Um Taliu Sapir:
Talia Sapir er leiðari fyri Norðurlond hjá hjálparfelagskapinum Keren Hayesod, ið hevur høvuðsstøð í Jerusalem.

Talia fer at greiða frá avleiðingunum hjá túsundtals fólki, sum eru flutt frá teirra heimum, tey ið yvirlivdu álopið tann 7 oktobur og við áherðslu á tey mongu foreldraleysu børnini.

Álopið tann 7. oktobur hevði við sær stórt mannfall í sunnara parti av Ísrael, har yvir 1.400 fólk vóru dripin, 11.500 vóru særd og 332 børn gjørdust foreldraleys.

Keren Hayesod arbeiðir saman við Jewish Agency fyri at savna inn pening til hesi foreldraleysu børnini og soleiðis fyri at bøta uppá teirra tørvir, bæði sosialt, kensluliga, í samband við útbúgving o.a.. Hvørt barn ið fær stuðul, fær eisini ein persónligan sosialráðgeva.

* Fyriskiparar av tiltakinum eru Vinafelagið Føroyar - Ísrael og Keren Hayesod

Tvær kvinnur greiða frá

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
08
/
09
kl.
15:30
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Tvær kvinnur greiða frá

Nær
Sunday
08
/
09
-
2024
kl.
15:30
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk