Jósef Zachariassen – Útgávukonsert

Tann 14. september kemur Jósef Zachariassen heim til Føroyar við bólki at spæla útgávukonsert á Reinsarínum!

Seinastu tvey árini hevur Jósef arbeitt upp á nýggju útgávuna hjá sær, Fugloy, og fer nú at framføra hana fyri fyrstu ferð í Føroyum. Útgávan er eitt úrslit av tveimum túrum, Jósef gjørdi til Fugloyar í 2022 og 2023.

Jósef hevði fingið nokk av býarlívinum í Oslo, Noreg, og flutti til eini gomul familjuhús í Fugloy í nakrar vikur fyri at fáa frið, skriva tónleik og granska seg sjálvan. Jósef fann nógvan íblástur í Fugloy - serliga í náttúruni, kirkjuni, kvirruni, og søgunum, hann fekk fortalt. Jósef skrivaði nógvan tónleik og tekstir, sum hann síðani hevur brúkt tvey ár upp á at arrangera, innspæla og miksa.

Tónleikurin snýr seg um grundleggjandi evni sum uppvøkstur, familju og ætt, ferðina inn í vaksnamannalívið, og deyðan.

Konsertin verður í hugnaliga hølinum á Reinsarínum, har Jósef fer at leiða okkum gjøgnum sína ferð í Fugloy.

Við í bólkinum eru:
Jósef Zachariassen - Sang og tangentar
Håkon Brunborg Kjenstad - Bratsj og tangentar
Torjus Gravir Klykken - Bass
Amund Kleppan - Trummur



Jósef Zachariassen – Útgávukonsert

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
14
/
09
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Jósef Zachariassen – Útgávukonsert

Nær
Saturday
14
/
09
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Onnur tiltøk