Smiðjan í Lítluvík
Smiðjan í Lítluvík er eitt ótrúliga hugnaligt og sjarmerandi høli til listaframsýningar.
Húsið hevur tað gamla føroyska sniðið, sum vit øll elska. Svart við hvítum sprossavindeygum, grótveggir og flagtak. Smiðjan liggur eisini beint við havnalagið, so tú luktar frísku havluftina heilt niðan í húsið.
Huglagið í Smiðjuni er intimt, hugnaligt og heimligt. Og Smiðjan er opin fyri øll. Bæði tey sum skapa og njóta listina.
Listafólk kunnu leiga smiðjuna frá hósdegi til týsdag. Søluframsýningar kosta 2.500 krónur at leiga, meðan framsýningar uttan sølu fyri eyga kosta 1.000 krónur.
Um hølini
Hvar er
Smiðjan í Lítluvík
?
Hentleikar og útgerð
Kann eg keypa atgongumerki við dyrnar?
Nær lata dyrnar upp?