Leiga høli
Leiga við føstum prísi
Reinsaríið: 4.000 + ljóðfólk
Perlan: 3.000 + ljóðfólk
Aulan í Finsen: 3.000 + ljóðfólk
Ljóðfólk kostar 1.500 upp til tveir tímar og 2.500 fyri meir enn tveir tímar.
Tórsgøta rindar fyri starvsfólk, lýsingar og reingerð.
Leiga við deildum inntøkum
Inntøkurnar av seldum atgongumerkjum verða deildar 80/20 eftir at MVG er tikið av. Býtið er 80% til listafólkið/fyriskiparan, og 20% til Tórsgøtu. Tórsgøta rindar fyri ljóðfólk, starvsfólk, lýsingar og reingerð.