Reglugerð fyri Listahøllina
Yvirskipað
§ 1. Listahøllin er partur av Mentanarhølum í miðbýnum (konta 5312). Listahøllin er eisini partur av mentanargøtuni Tórsgøtu og fjølbroytta umhvørvinum í Finsen.
Stk. 2. Leiðarin í Mentanarhølum í miðbýnum umsitur og samskipar tilboðið í samráð við mentamáladeildina.
Endamál
§ 2. Endamálið við Listahøllini er at veita høli til yrkislistafólk, eins og lesandi og spírar innan list, ið hava tørv á bási í styttri ella longri tíðarskeið fyri at kunna menna og skapa list.
Stk. 2. Endamálið er somuleiðis at viðvirka til eitt nýtt og spennandi listaumhvørvi í kommununi millum tey ungu.
Stk. 3. Hølini kunnu eisini eftir umstøðunum og avgerð hjá leiðaranum nýtast til serstakt skúla- og ungdómsvirksemi innan list í kommununi.
Hølini
§ 3. Hølini fevna um 10 básar til leigu (#1-10) til yrkislistafólk eins og lesandi og spírar innan list, tó so at yrkislistafólk hava framíhjárætt til 6 básar. Yrkislistafólk er at meta sum ein, ið er limur í felagi fyri yrkislistafólk ella á annan hátt kann vísa á royndir, ið samsvara teimum krøvum fyri limir í slíkum felagi.
Stk. 2. So hvørt básar eru tøkir, bjóðar Mentanarhølir í miðbýnum plássið út við ávísari freist. Í umsóknini skal verða greitt frá, hvørjar ætlanir eru, tíðarskeið o.a. Mentanarhølir í miðbýnum meta um innkomnar umsóknir saman við listakønum. Tøka plássið verður latið tí listafólkinum, sum í umsóknini best kann vísa á, hvussu virkin hann/hon er og ætlar at vera innan menning og skapan av list.
Stk. 3. Leigumálini eru úr 2 mánaðum upp í 3 ár í senn. Leigugjald á 1500 kr./mánaðin verður at rinda frammanundan og fevnir um básleigu, íroknað el, hita og ávísa reingerð, umframt atgongd til felagshølir. Gjørdar verða skrivligar leiguavtalur.
Stk. 4. Leigarar hava sínámillum ábyrgd av at fara væl um og at viðvirka til, at øll í Listahøllini kunnu menna og skapa list við fyriliti fyri hvørjum øðrum og at hava sínámillum virðing, skynsemi og trúnað.
Innihald, avtalur v.m.
§ 4. Virksemið í Listahøllini skal vera fjølbroytt og mennandi fyri listaumhvørvið í kommununi.
Stk. 2. Leiðarin stendur fyri almennu kunningini um Listahøllina.
Stk. 3. Leiðarin samskiftir við tey, sum ynskja at leiga básar, og ger leiguavtalur við tey, herundir kann leiðarin gera skilhaldsreglur fyri Listahøllina.Inntøkurnar fara til raksturin av tilboðnum.
Gildiskoma
§ 5. Reglugerðin kemur í gildi, tá ið mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt hana.Reglugerðin varð samtykt av mentamálanevndini 15. apríl 2020 og fíggjarnevndini 22. apríl 2020.