Perlan

Perlan er modernaði lítlibeiggin hjá Reinsarínum. Og við árunum hevur Perlan yvirhálað stórabeiggjan, tá talan er um harðari tónleik og nýskapandi tiltøk.

Meðan Reinsaríið er eyka hugnaligt, so hevur Perlan ein ráan stórbýar dám yvir sær. Her er tað heita træið skift út við kalt glas og betong.

Perlan riggar til alt millum himmal og jørð. Einasta avmarkingin er hugflogið. Og ein stórur fyrimunur við Perluni er roykur. Vit tosa ikki um royktan laks ella skinku, men royk á pallinum.  Roykur er eitt nemliga eitt must, um tú skalt hava ordiligt konsertljós á pallinum.

Í stuttum verður Perlan mest brúkt til konsertir, men hon riggar minst líka væl til fyrilestrar, verkstovur og marknaðir.

Um hølini

Hvar er
Perlan
?

Perlan liggur á Tórsgøtu 3.

Tekur tú býarbussin, so tekur tað ein minutt at ganga frá Steinatúni til Perluna.

Kemur tú við bili, so tekur tað tveir minuttir at ganga frá Skálatrøð til Perluna.

Hentleikar og útgerð

Tal av standandi gestum: 150
Tal av sitandi gestum: 100

Hentleikar:

  • Køkur
  • Vesi
  • Wifi
  • Videokanón
  • Barr

Mikrofonir
- 3 x Shure SM58
- 2 x Shure SM57
- 2 x Sennheiser e935
- 2 x Sennheiser e614
- 2 x Sennheiser e906
- 1 x Sennheiser e902
- 5 x Sennheiser e904
- 1 x Shure Beta 52A

DI Boksir
- 6 x Klotz DI Box
- 1 x SC 8404 DI Box

Headset
- 2 x tráðleys headset

Ljóspultur
- ChamSys QuickQ 10
- Roykmaskina

Miksipultur
- Yamaha TF5

Kann eg keypa atgongumerki við dyrnar?
Nær lata dyrnar upp?