Ostahúsið - Kjallarin
Ostahúsið er ein fjald perla mitt í Havn, har tú kann larma so galið tú vilt. Akkurát sum eitt venjingarhøli eigur at vera
Tíverri ber ikki til at leiga Ostahúsið komandi tíðina. Vit boða frá alment, tá Ostahúsið verður tøkt aftur.
Vit elska bæði tónleik og tónleikarar. Og vit leggja stóran dent á, at tú skalt føla teg heima í Ostahúsinum. Tankin við Ostahúsinum er, at vit skapa karmarnar og tú skapar tónleikin.
Tá tú traðkar inn í Ostahúsið, so traðkar tú inn í tína heilt egnu ostaklokku, har tú kann slappa av og fordjúpa teg í tónleikinum.
Í Ostahúsinum hava vit tikið hædd fyri akustikki, so tað ljóðar sum tað skal. Og tú sleppur undan at sleipa trummusett og forsterkarar við tær, tí tað er alt á staðnum..
Ja, og tú fært eisini atgongd til vesið í Perluni.
Ljóðar hetta spennandi, so er bara at skrolla niður og bíleggja hølið.
GG! Ostahúsið er venjingarhøli burturav.
Um hølini
Ljóðútgerð:
- Guitar- og bassforsterkari
- Trummusett
- Mikrofonir
- Sanganlegg
Aðrir hentleikar:
- Atgongd til ves í Perluni