Listahøllin

Vit skapa karmarnar – tit skapa listina

Í Tórsgøtu elska vit bæði list og listafólk. Tí er tað við einum stórum smíli á varrunum, at vit endiliga kunnu bjóða listafólkum ymiskar básar í Listahøllini. Harvið fáa tit endiliga umstøðurnar til at gera tað, tit duga best: At skapa.

Listahøllin leggur upp til eitt fjølbroytt og livandi listaumhvørvi. Eitt umhvørvi, har tað bæði er pláss fyri teimum garvaðu og spírunum. Í Listahøllini verður tú partur av eini spennandi blanding av listafólki. Her kanst tú kann sparra, fáa íblástur ella bara læsa hurðina, so tú kann skapa frið og náðum.

Í Listahøllini er eisini køkur, internet, vesi og uppihaldsrúm.

Um hølini

Hvar er
Listahøllin
?
Hentleikar og útgerð
Kann eg keypa atgongumerki við dyrnar?
Nær lata dyrnar upp?