Aulan í Finsen

Aulan er okkara besta høli, tá talan er um kórsang og klassiskan tónleik.

Aulan í Finsen hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá nógvum føroyingum, har túsundtals føroyingar hava verið til morgunsang. Eitt hølið er fult av minnum, har høvuðsverkið hjá Williami Heinesen minnir okkum á mentanarliga ríkidømi í Havn.

Eitt søguligt høli, sum er væl krydda við einum fantastiskum Steinway flygil og heilt serligum aukustikki.

Aulan í Finsen tað perfekta staðið til kór, klassiskan tónleik, fyrilestrar, kjakfundir og marknaðir.

Um hølini

Hvar er
Aulan í Finsen
?

Aulan í Finsen liggur á Sjúrðargøtu 8. Tú fert inn har, sum gamli Kommunuskúlagarðurin var. Tú fert upp gjøgnum fyrstu trappurnar, og so finnur tú Aulana á høgru hond.

Lyfta er til vinstu beint sum tú kemur inn, og vesi eru á niðastu hædd.

Hentleikar og útgerð

Tal av gestum: 150

Ljóðútgerð:

  • Flygil
  • Miksipultur
  • Tráðleys mikrofon
  • Headset

Aðrir hentleikar:

  • Vesi
  • Videokanón og lørift
  • Wifi
Kann eg keypa atgongumerki við dyrnar?
Nær lata dyrnar upp?