MENTANARGØTAN TÓRSGØTA

Tórsgøta er mentanardepil undir Tórshavnar Kommunu, og fevnir um spælstøðini Reinsaríið, Perlan, Ostahúsið og Auluna, um venjingarhølið Garasjuna umframt býarrúmini Perlutorgið og Perlutúnið. Hesi liggja øll á Tórsgøtu – mentanargøtuni Tórsgøtu.

Her í Tórsgøtu er høgt til loft og vítt til veggja, og eru hølini karmar um alskins listarlig og mentanarlig tiltøk; konsertir, listaframsýningar, fyrilestrar, tónleikavenjingar og ein hóp av øðrum kreativum virksemi. Nøkrum av hesum tiltøkum skipa vit sjálvi fyri, men størsti parturin verður skipaður av skapandi fólkinum í býnum, aðrastaðni í landinum og við jøvnum millumbilum fáa vit vitjan uttan úr heimi. Øll eru vælkomin at leiga hølini hjá okkum til eitthvørt tiltak, og til ber at lesa meira um leigu av hølunum her.

EITT SØGULIGT UMHVØRVI

Hølini hjá okkum í Tórsgøtu eru ógvuliga ymisk, og fevna um nútímans arkitektur og søguligar bygningar. Perlan er eitt nýtt, modernað høli innrættað við glasi, stáli og betoni, meðan Reinsaríið er eitt gamalt hús við ríkari søgu. Reinsaríið er millum kendastu bygningar í høvuðsstaðnum, og hevur verið vitni til fleiri søgulig skeið. Ikki kann sigast við vissu, nær Reinsaríið, sum vit kenna tað í dag, eru bygd. Kanningar vísa tó, at húsið stavar frá 1830’unum, og at undan júst hesum húsinum hava fleiri aðrir bygningar staðið. Í Reinsarínum hevur bæði verið pakkhús, posthús, vaskarí og reinsarí – og her av kemst eisini navnið Reinsaríið. At húsini eru so gomul, og at hevur verið so nógv ymiskt og fjølbroytt virksemi setur sín dám á húsið vi sjarmu g patina – her er eitt hugnaligt og heimligt huglag, ið osar av søgu og virksemi.

Handan Perluna stendur ein stórur betonkassi. Ikki kann sigast, at hetta er ein arkitektonisk perla, men tí er hesin kassi ein sannur dýrgripur. Ostahúsið kalla vit hetta sermerkta hús. Tá tað av sonnum byrjaði at ganga fra á hjá Tórshavns Mælkeforsyning og Margarine fabrik fyri í 1920’unum var farið undir at byggja fabrikkina í Tórsgøtu, sum eisini kom at húsa einum meiraríi. Peningur var nú eisini til at framleiða ost, og til hetta endamál var ostagoymsla bygd – okkara Ostahúsið. Hvussu leingi ostagoymsla varð nýtt, vita vit ikki, men har angar í hvussu so er ikki av osti longur. Heldur ikki av máling og terpintin eftir Anker Eli Mortensen, sum í fleiri ár hevði atlier á ovari hæddini í Ostahúsinum.

Ovast í Tórsgøtu er Finsen, gamli Kommunuskúlin, sum varð bygdur í 1950’unum. Tá Kommunuskúlin fór í søguna og varð umvældur til lestraríbúðir, varð avgjørt, at Aulan skuldi verða ein partur av mentanargøtuni Tórsgøtu. Aulan er nú umvæld, men sær tó út, júst sum hon altíð hevur gjørt, og enn prýða málningarnir hjá feðgunum Zakaris og William Heinesen stórbæru høllina.

Hølini í Tórsgøtu fevna sostatt um nýmótans spælustøð og søguligar perlur, og gevur hetta okkum framúr góðar møguleikar at hava fjølbroytt tiltøk til eitt hvørt høvi.

MEIRA UM REINSARÍIÐ

Reinsaríið í Tórsgøtu er millum kendastu bygningar í høvuðsstaðnum. Hóast vit ikki heilt nágreiniliga vita, nær bygningurin, soleiðis sum vit kenna hann í dag, er bygdur, so hava kanningar víst, at hann er bygdur umleið 1831. Men undan hesum hava aðrir bygningar staðið á sama stað. Slóðin frá bygninginum røkkur heilt aftur til Rybergsættina og handilin hjá Ryberg.

Søgufrøðingar eru komnir fram til, at handilin hjá Ryberg var á staðnum undan 1831, men at talan var um ein annan bygning, enn tann, sum stendur har í dag. Gamli bygningurin er við eini húsaskrá frá 1784, meðan ein húsaskrá frá 1819 vísir, at tá stóðu pakkhúsini ikki uppi.

KEYPT AV TÝSKARI FYRITØKU

Bygningurin var í nógv ár pakkhús hjá Kongaliga Handlinum, men eftir avtøkuna av Kongaliga Handlinum bleiv bygningurin, sum tá bleiv róptur „Nýggja Pakkhús“ millum manna, seldur týska handilshúsinum C. F. Siemsen í Hamburg. Hetta var í 1857.

Keypmaðurin Johannes Hansen starvaðist í mong ár fyri Siemsen í Havn. Hann var týskur konsul í Føroyum, og hann keypti seinni fyritøkuna frá týska Siemsen.

Í 1894 seldi Konsul Hansen, sum hann bleiv róptur, pakkhúsið til føroyska handilshúsið M. C. Restorff & Sønner. Handilsfyritøkan hjá M.C. Restorff & Sønner átti bygningin heilt fram til 1923, tá ið Thorshavns Mælkeforsyning, vanliga rópt Meiaríið, keypti hann. Í keypssáttmálanum verður ognin nevnd „Hansens Pakkhús“ eftir Konsul Hansen.

Fyrstu trý árini, eftir at Meiaríið hevði keypt bygningin, bleiv hann umvældur. í 1926 bleiv flutt inn í nýumvældu hølini, har vaskarí var í kjallaranum, reinsarí í miðhæddini, meðan fjøðurreinsaríið var á loftinum. Meiaríið hevði millum annað sápuframleiðslu í bygninginum, umframt vaskarí og reinsarí, sum helt til har heilt fram til sjeytiárini.

REINSARÍIÐ HJÁ MARIU

Havnarfólk flest minnast tó nú á døgum best Reinsaríið fyri, at Maria Olsen hevði reinsarí í hølunum í einmansaldur. Maria Olsen, sum var úr Vestmanna, hevði arbeitt á Reinsarínum í mong ár, tá ið hon í 1974 yvirtók tað. Maria hevði Reinsaríið í erva, meðan Postverk Føroya hevði eina pakkadeild í neðra.

Hon rak síðani Reinsaríið heilt fram til 2000, tá ið hon gavst 81 ára gomul. Maria Olsen andaðist í 2003.

Við Mariu Olsen fór Reinsaríið eisini í søguna. Tórshavnar Kommuna ognaði sær bygningin í 1986, og hesi seinnu árini hevur verið arbeitt við at gera bygningin um til eitt nýmótans spælistað, sum hevur varðveitt sína gomlu sál.

Tað er sjáldsamt við eini húsaogn uppi í tí nýggjara býnum, har søguligu sporini ganga meira enn tvær øldir aftur til tað gamla samfelagið. Pakkhúsið er harnæst ein vitnisburður um virksemið hjá kongliga handlinum og hjá eitt av fyrstu útlendsku handilshúsunum í fríhandilstíðini, Siemsen, og síðani hjá eitt av fyrstu stóru føroysku handilshúsunum, Restorff – tá ið Føroyar gjørdust fiskivinnutjóð. Bygningurin hevur v.ø.o. staðið uppi og verið í brúki í fleiri søgulig skeið.

Semja var um, at bygningurin skuldi varðveitast, og at hann skuldi nýtast til mentanarlig endamál. Arbeiðið at gera elligamla bygningin um til spælistað byrjaði í august 2013.

Innrættingin av nýggja spælistaðnum er gjørd í tøttum samráði við tónleikararnar í býnum. Reinsaríið tryggjar nú ein prýðiligan og livandi karm um tónleik og undirhald í miðbýnum.