Starvsfólk

Úlvhild - Starvsfólk
Úlvhild - Starvsfólk
/

Úlvhild er ótrúliga dámlig, álítandi og hjálpsom. Hon er umhugsin og gongur høgt uppí, at onki verður latið upp til tilvildina. Har er skil í damuni. Og hennara nattúrliga empati og góða samskifti ger, at hon hevur lætt við at skilja ynskini hjá kundanum og veita neyðugu tænastuna.

Bogi - Leiðari
Bogi - Leiðari

Bogi er ein energibumba, sum altíð er í góðum lag. Og hóast hann ikki er av størstu monnum, so er tað hann, sum tekur tær stóru avgerðirnar. Bogi dugir eisini merkiliga væl at spreiða gleði og optimismu, har hann er. Hann er altíð við uppá tað og sær altíð møguleikar, har onnur síggja forðingar. Og Bogi gongur høgt uppí, at øll okkara hølir virka optimalt, so okkara kundar fáa eina góða uppliving.

Jákup - Starvsfólk
Jákup - Starvsfólk
/

Jákup er tann stóri og sterki maðurin, sum bæði er hjartagóður og ótrúliga álítandi. Hann er altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, líkamikið hvør uppgávan er. Við sínum fysikki og vælvild hevur hann mangan verið okkara bjarging, tá okkurt skal lyftast. Jákup er tann róligi, sum tú altíð kann stóla uppá, tá tær tørvar hjálp.

Hergeir - Samskipari og samskifti
Hergeir - Samskipari og samskifti

Hergeir er okkara samskipari og samskiftisfólk. Hann fær ting at henda, og hann er eisini okkara kreativa høvd. Og her tosa vit um kreativitet í breiðastu merking. Við einum endaleysum streymi av hugskotum, so er hann altíð klárur at deila síni gullkorn. Tað eru bókstaviliga ongi mørk, tá okkara kreativa høvd setur sær fyri at lyfta Tórsgøtu upp á nýggjar hæddir.