Vestmenn
Vestmenn er ein føroyskur tónleikabólkur úr Vestmanna, sum var nógv frammi í 1980'unum og enn er virkin til tíðir, eitt nú framførdu teir á Countryfestivalinum í Sørvági í 2014. Vestmenn góvu út Brot í 1983, har eitt nú sangurin sum byrjaði soleiðis: Eg siti so eina við bálið í kvøld - var nógv at hoyra. Hetta var country- og western-tónleikur á føroyskum máli. Sangurin Ró var eisini á hesari lp-plátuni og kasettubandinum. Tað var Ólavur Højgaard, sum var forsangari, meðan Martin Joensen sang backing-røddir. Bæði Ólavur og Martin gjørdu løgini, meðan Martin skrivaði teir flestu sangtekstirnar. Allir limirnir í bólkinum komu frá sama grannalagi í Vestmanna og vóru vinmenn. Í sjónvarpssendingini Minnist tú enn, sum Suni Merkistein stóð fyri, varð samrøða gjørd við limirnar í Vestmonnum og brot vórðu víst frá 1980'unum. Limir í Vestmonnum Ólavur Højgaard (sangur, tónasmiður), Martin Joensen (bass, guitar, sangur, sangskrivari, tónasmiður), Jógvan í Toftum Olsen (trummur) Niels Olsen (harmonika, keyboards) Bogi Olsen (guitar, orgul) Tónleikaútgávur Brot, 1983[1] Kanska í dag, 1985 Vestmenn 3, 1988