FRUM

FRUM ÚTGEVUR NÝGGJAN TÓNLEIK Í 2025 Føroyska listakvinnan FRUM, eisini kend sum Jenný Kragesteen, hevur longu í ár givið út tvey stakløg – "Rise" og "Whirlpool". Fleiri útgávur eru ávegis í 2025, har hon heldur fram við at menna sítt serstaka tónleikaliga rúm. Seinastu fýra árini hevur FRUM búð og arbeitt í Íslandi (Akureyri) og Noregi (Bergen), har hon hevur skrivað og framleitt nýggjan tónleik.

Hendan skapandi prosessin hevur verið við til at mynda hennara ljóð, sum blandar eksperimenterandi ljóðmyndir við sterkum visuellum úttrykki. FRUM 
byrjaði tónleikaferðina í 2016, og longu í 2017, heilt í byrjanini av verkætlanini, fór hon á tónleikaferð í Kina, har hon fekk høvi at framføra fyri einum nýggjum fjarskotnum áhoyraraskara. Síðani tá hevur hon m.a. framført á Reeperbahn Festival, hitað upp fyri Morcheeba, og hennara tónleikur hevur verið at hoyrt í Netflix-framleiðslum og H&M-handlum kring heimin.

Við nýggju útgávunum í 2025 heldur FRUM
 fram við at bróta mørk og kanna nýggjar tónleikaligar leiðir. Whirlpool-verkætlanin er eitt nýtt kapittul í hennara listarligu menning, har tónleikur, visuell list og frásagnir verða vovnar saman í eitt heildarverk.

Stuðlað tiltakinum hevur Økistónar.



FRUM

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
24
/
04
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
110
kr.

FRUM

Nær
Thursday
24
/
04
-
2025
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Onnur tiltøk