Ingrid Møller í Smiðjuni í Lítluvík

Danska listakvinnan Ingrid Møller hevur framsýning í Smiðjuni 20. - 24. septembur, og hevur opið allar dagarnar frá kl. 12:00 til 18:00.

Ferniseringin er fríggjadagin 20. septembur kl. 15:00 til 18:00. Og leygardagin kanst tú uppliva live tónleik samstundis sum Ingrid málar. Tað verður Arnold Ludvig, sum fer at spæla bass, meðan Ingrid málar. Hetta verður leygardagin kl. 19:00 til 21:00, og tað er ókeypis atgongd.

Tema og íblástur til framsýningina
Tað er ljósið og skiftandi veðrið, sum hugtaka Ingrid. ”Tað er ein fantastisk sjón, tá sólstrálurnar bróta ígjøgnum tey tungu skíggini, sum ljósstrálur frá eini uppvørpu, dansa á fjallasíðuni ella fáa vatnskorpuna at glitra sum diamantar”, sigur Ingrid.

Føroyar verða eisini nevndar ”The Land of Maybe”, tí tú ongantíð veit, hvussu veðrið verður. Verður tað sól, regn ella stormur? Mann sigur, at í Føroyum kanst tú uppliva allar fýra árstíðirnar sama dag, og tað er nakað, sum hugtekur Ingrid. ”Tann føroyska náttúran og landslagið geva mær endaleysan íblástur”, sigur Ingrid.

Listin 

Listin hjá Ingrid er í høvuðsheitinum máttfull málarí, sum liggja eitt stað millum tað naturalistiska og abstrakta. ” Hetta eru stórar sansaliga upplivingar, sum hava brent seg fastar á nethindina og sinnið. Eftir fleiri longri og styttri vitjanir í Føroyum, havi eg fingið eina rúgvu av hesum sansaupplivingunum. Upplivingar og inntrykk, sum eru torfør at lýsa við orðum, og sum eg tískil hava stóran tørv á at úttrykkja visuelt.

Tom Jørgensen, sum er listaummælari á Jyllands Posten og redaktørur á Kunstavisen, skrivar soleiðis um listina hjá Ingrid: Ingrid Møller hevur valt at ganga sína heilt egnu leið. Ein leið, sum er figurativ, men samstunds við týðiligum abstraktum elementum og eini rúgvu av ekspressivum vøddum… at síggja verkini hjá Ingrid er sum at standa mitt í teimum geologisku prosessunum. Mann kennir seg lítlan og tiknan á bóli… tí Ingrid er ikki bangin fyri at leggja kenslurnar í verkini, og hon hevur eisini listarligu evnini til at flyta kenslurnar frá penslinum yvir á løriftið. Hetta ger, at verkini veruliga gera inntrykk, og verða sitandi á nethindini leingi aftaná, at mann hevur sæð tey.

Ingrid er kend á oyggjunum. Hon hevur eisini keypt hús í Vestmanna, har hon hevur atelier. Ingrid er útlærd á Danmarks Designskole, Århus Kunstakademi og Den grafiske skole í Århus.

Ingrid Møller í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
20
/
09
kl.
12:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Ingrid Møller í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Friday
20
/
09
-
2024
kl.
12:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk