Tina Mellem
27.septembur kl. 20 fer Tina Mellem at spæla eina heilt serliga konsert í Auluni í Finsen.
Her sleppa vit millum annað at hoyra nýggj løg frá hennara komandi EP “Tanker”, sum kemur út vikuna áðrenn.
Tina Mellem er ein føroyskur/danskur artistur, sum í 2022 gjørdi vart við seg í donsku songkappingini X-Factor, har hon var ein av trimum finalistum. Síðan luttøkuna í X-Factor, hevur hon skrivað nógvan tónleik, bæði til sín sjálvs, men eisini til og saman við øðrum tónleikarum sum m.a. Kwamie Liv og Thomas Buttenschøn.
Tónleikurin hjá Tinu er serliga merktur av sjangrunum singer-songwriter og nærverandi donskum poptónleiki. Tónleikurin snýr seg um hennara tankar um lívið, lívsins grundarlag og menniskjans stóra virði.
Við sínum tónleiki ynskir Tina at skapa okkurt positivt í menniskjum.