Stimatroyggjan - tá allar skulu rigga væl

Ivast tú í litunum til tey føroysku klæðini? Hvat skjúrt tú skal velja? Um stimatroyggjan skal vera einlitt ella mynstrut?

Her er fyrilesturin, har vit fara afturum føroysku konufólkaklæðini og í dýpdina við stimatroyggjuni, so tú betri fær valt tað góða og vakra til tín.

Tú fær innlit í litir, mynstur, tilfar og hvussu tú kanst seta klæðini saman, so tú altíð riggar væl. Eisini fær tú betri skil á, um svart er sakin til tín, hví skjúrtið er stríput, hvør nytta er í turriklæðnum og um tað er neyðugt við smúkkum. Umframt mangt, mangt annað.

Alt einfalt og greitt, so tú fær brúkt vitanina beinanvegin at finna tær vøkur føroysk klæðir. Klæðir, sum tú trívist í og brúkar leingi, so tú altíð riggar væl

Tak pappír, blýant og mátiband við, so tú fær sum mest burturúr.Høvið verður eisini at keypa bøkurnar Føroysk Bindingarmynstur, Bundnaturriklæði og Plantuliting, sum Føroyskt Heimavirkið hevur givið út.

Fyrilestrahaldari: Katrina í Geil er designari frá Designskolen Kolding og hevur master í Design frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn við atliti til klæðir og at klæða seg. Hon hevur kanna samanhangin millum menniskja, kropp og klæðir seinastu 13 árini og arbeitt sum persónligur stílistur í 20 ár.

Eisini hevur hon kannað føroyska klædnamentan og serliga stimatroyggjuna seinastu 6 árini. Tú kanst fylgja henni á Facebook og Instagram undir Katrina í Geil og Stimatroyggjan.

Keyp atgongumerki HER

Stimatroyggjan - tá allar skulu rigga væl

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
05
/
03
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Stimatroyggjan - tá allar skulu rigga væl

Nær
Wednesday
05
/
03
-
2025
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk