Startskotið til býráðsvalið!
Tað er spenningur í luftini, nú kommunuvalið 2024 nærkast í størstu kommununi í landinum. Og øll eygu og oyra fara at venda móti fyrsta almenna kjakfundinum, sum er garantur fyri spenningi og undirhaldi. Hetta startskotið verður karmur um allar politisku flokkarnar og listarnar, og eisini forvitnir borgarar sum hava møguleika at koma til orðanna.
Pallborðsfundurin verður á Reinsarínum, har valevnini fara at greiða frá sínum málum og visjónum. Og vit hava fingið garvaða journalistin Beintu Løwe sum orðstýrari. Ein orðstýrari, sum ikki er bangin fyri at spyrja teir røttu spurningarnar og dugir at gera torfør politisk evni einføld.
Startskotið er ikki bara ein møguleiki at hoyra politikarar tosa, tí tað verður eisini møguleiki at luttaka í samrøðuni. Tað verður tíð løgd av til spurningar frá fjøldini.
Vit mæla borgarum í kommununi at luttaka og blíva klókari uppá, hvat politikararnir hava at siga, so tú fært eina hóming av, hvar tín krossur skal setast.
Kjakfundurin verður á Reinsarínum 17. oktobur kl. 19:00.