Sement 1. umfar
Sement 2024 verður ein tónleikabuffét, har ongin fer svangur avstað.
Alt týðir uppá, at føroyskt tónleikalív blomstrar. Og vit eru ótrúliga fegin um, at heili 10 spennandi bólkar luttaka í ár.
Vit kunnu longu nú avdúka, at tónleikurin í ár verður deiliga fjølbroyttur. Vit hava alt frá hip hop og rokk til balladur og elektroniskan tónleik. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir. Eldri og yngri. Akkurát sum tað skal vera.
Vit eru spent sum lítlar hønur! Og vit gleða okkum ekstremt nógv til leygarkvøldið 13. apríl, tá fyrsta umfarð verður á Reinsarínum.
Bólkarnir, sum spæla 13. apríl eru:
- Ókendir
- Attika
- Viðarr
- Jákup Eli
- Ingmar