Open Mic/Open Stage við Rúnu Vang Kjærbo

Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er Rúna Vang Kjærbo gestur.

Rúna er ein gávurík 21 ára gomul sangarinna og sangskrivari, sum hevur sungið og skrivað tónleik, síðani hon var heilt lítil. Aftaná sína debut á Café Mormor í Tvøroyri og framførsluna á Suðurljóð, er Rúna klár at deila síni kenslubornu løg við Havnina.

Hon er júst komin aftur til oyggjarnar eftir eina inspirerandi tíð á háskúla í Danmark, og nú blómar kærleikin til tónleikin meir enn nakrantíð. Hennara sangir verða skrivaðir í nútíðini og endurspegla kenslurnar, hon upplivdi í løtuni. Nakað, sum ger tónleikin bæði ektaðan og rørandi.

Nú fært tú so møguleikan at uppliva Rúnu í einum intimum umhvørvi, har tað bara verður guitarin og røddin hjá Rúnu, sum mynda framførsluna.

Øll eru vælkomin at luttaka
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fer Rúna Vang Kjærbo á pall.

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.

Open Mic/Open Stage við Rúnu Vang Kjærbo

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
28
/
08
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic/Open Stage við Rúnu Vang Kjærbo

Nær
Wednesday
28
/
08
-
2024
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk