Open Mic/Open Stage við Julian Slick
Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er Julian Slick serligur gestur.
Julian Slick er ein ungur tónleikari í Tórshavn, sum ynskir at liva av listini. Hann var oddamaður í bólkinum “Honesty is Comedy”, har hann tíverri mátti gevast vegna angist, men ljóðið ið tey skaptu saman gloymdi hann aldrin. Hjá Juliani kendist serstaka ljóðið sum at vera í himmiríki.
Julian trýr at Gud/Superego finnist í tónleikinum. Hetta hevur hann longu upplivað við øðrum tónleiki, men Julian ynskir at taka tað eitt fet longri. Og uppskriftin hjá honum er at skapa 30 minuttir langar sangir, har endurtøkur eru lykilin til eina aðra dimensión.
Fyri at røkka málinum hevur hann tvey amboð: Røddina og guitarin. Julian hevur longu fimm løg, sum hann er fegin vil vísa tær á Open Mic, og sum nakað heilst serligt, so fer hann eisini at gera eitt nýtt lag til høvið.
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fer Julian Slick á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.