Open Mic / Open Stage við Hervør Sabinue á Torkilsheyggi

Mikudagin 27. novembur verður opin pallur aftur, hesaferð við Hervør Sabina á Torkilsheyggi sum forkunnugum gesti.

Tað er sum vant tey bæði Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir.

Tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at vísa hendan fram.

Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesuferð er tað Hervør Sabina og Kári á Torkilsheyggi. Tey hava framført til ymisk tiltøk gjøgnum árini. Mest í sambandi við løgum, sum Hervør Sabina sjálv eigur.

Hervør hevur givið nøkur stakløg út gjøgnum árini, eitt nú “Bíða” og “Yppa” sum eru tey mest spældu.

Í oktober gav hon staklagið “Beiggin” út, sum er um at missa sitt barn og tó at eiga vónina um at møtast aftur.

Hennara sangir eru um gerandisevnir - bæði tey einføldu, løttu og tey meira djúpu og sváru. Í løtuni eru Hervør og Benjamin Djurhuus í gongd við at útgeva eina heildarútgávu.

Hervør og Kári eiga 4 børn, sum øll elska tónleikin. Anna Sabina og Jóel eru tey tvey elstu, 19 og 17 ára gomul. Tey hava bæði tikið seg nógv fram í tónleiki seinasta árið.

Anna Sabina hevur longu skrivað nógvar sangir og hevði herfyri konsert í Blómuhúsinum á Toftum við góðum tónleikarum um sama aldur sum hon, harímillum beiggin Jóel. Hon framførdi sínar egnu sangir og eru teir sera fjølbroyttir - inniligir, stuttligir, lættir og
álvarsamir.

Væntandi kemur okkurt hjá Annu Sabina út tey næstu árini.
Jóel og Kári eru báðir dugnaligir guitar og bassspælarir (og alt møguligt annað ) og teir liggja nokk eisini inni við nøkrum sjálvgjørdum løgum, sum almenningurin tó enn ikki hevur hoyrt.
Hesi 4 fara av og á út og spæla til smærri tiltøk saman og tað er sera lætt tá bólkurin er úr sama húski og kenna hvønn annan so væl.

Hetta er fyrstu ferð tey hava konsert bara tey 4 og tey glaða seg at framføra til Open Mic, við løgum hjá Hervør Sabinu og Annu Sabinu.

Hetta er ein jólaglað familja so kanska eitt jólalag sníkir seg inn í millum, so tætt upp undir desember.

Open Mic / Open Stage við Hervør Sabinue á Torkilsheyggi

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
27
/
11
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Hervør Sabinue á Torkilsheyggi

Nær
Wednesday
27
/
11
-
2024
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk