Open Mic / Open Stage - Karla Hansen

Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er Karla Hansen gestur.

Karla er 25 ára gomul og hevur, síðan barnsbein, altíð verið umgird av tónleiki. Hon syngur við kórinum Xperiment, og framførir eisini í egnum navni. Við guitara í hond, fer Karla at framføra egin løg, sum eru ein blanding av country, blues og folk tónleiki.

Open Mic/OpenStage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Innskrivan er frá kl. 19.30, og kl. 20.00 fer Karla Hansen á pall.

Mentamálaráðið stuðlar tiltakinum.

Open Mic / Open Stage - Karla Hansen

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
21
/
08
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage - Karla Hansen

Nær
Wednesday
21
/
08
-
2024
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk