Lortið

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli í Perluni
Í leikinum møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil hava sukse. Hon vil MEYKA DA. Leikurin dregur okkum inn í ein dystopiskan heim, har vit fylgja hennara ferð í einum forbrúkarasamfelag, har hon sjálv er vøran.

Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar. Leikhús SKIFT og GUT//productions sýna leikin í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions.

Longd: 70 minuttir. Aldursmark: 16 ár

Keyp atgongumerki HER

Brot úr ummælum:
"Far! Tit mugu síggja hetta bragdið av einum leiki, sum er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard og tulkaður á palli av Duritu D. Andreassen. Nakinleikin, einsemið og konfrontatiónin eru alt partar av einum lýsandi, progressivum samtíðarlistaverk." Kinna Poulsen, Listaportal.com 13. okt 2023

"Hetta er ein stór listarlig uppliving, men eisini ein kenslulig uppliving, bæði groteskt og í løtum sárbart, og enntá stuttligt. Leikurin setur kvinnukúgan í okkara samfelag á ein piedestal og setur kastljós á hann (...) Hetta er faktiskt ein varði í føroyskari leiklist, ið øll, ið dáma leiklist mugu uppliva. Toymið handan leikin kunnu vera so ómetaliga errin, takk fyri tykkum!" Niels Uni Dam, facebook 12.10.2023.

"Hetta er á heilt ótrúliga høgum støði og ótrúliga stór list" Niels Uni Dam, Vágskálin KvF 18.10.2023

"Tað sterka í leikinum er kroppurin, sum manifestatión og ritual. Ræðandi og innbjóðandi." Birgir Kruse, Birkblog.blogspot.com 11.10.2023

"Eg eri faktiskt ordiliga rørd, tí hetta var eitt ramaskríggj frá einari ungari kvinnu, sum eg haldi faktiskt, at eg kenni meg aftur í" Gunnvá Zachariasen, Vágskálin KvF 18.10.2023

"Eg bleiv still. Og fyrst og fremst var tað ein framúrskarðandi prestatión" Gulla Øregaard, Vágskálin KvF 18.10.2023

"Lortið fær fimm stjørnur frá mær." Høgni Djurhuus, Sosialurin 20.10.2023

"Tá frumsýningin var liðug hóskvøldið, var klappað í meira enn tríggjar minuttir og blómutyssi vóru handað. Tað løgna hendi so, at tá alt var av, fór eingin á føtur. Fólk vóru sitandi. Undrandi og still." Vágskálin KvF 18.10.2023

Lortið

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Tuesday
11
/
03
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Lortið

Nær
Tuesday
11
/
03
-
2025
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk