Livandi tilfeingi: Føroyskt dygdarhandverk

Leygardagin 23. novembur og sunnudagin 24. novembur, verða Reinsaríið, Perlan og Perlutorgið karmur um hugnaliga vetrartiltakið, Livandi Tilfeingi.

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki úr ull, skinni, leiri, træi og øðrum góðum tilfari. Eisini er smakkgóða mathandverki frá føroysku bygdunum umboðað á tiltakinum.Umframt framsýning og sølu av staðbundnum handverki verða aðrir táttar á skránni.

Hugnalig støkkuppkafé verður báðir dagarnir, og hugveikjandi frásagnir verða givnar á pallinum.

Livandi Tilfeingið er opið leygardagin 23.novembur frá 11.00 til 18.00 og sunnudagin 24.novembur frá 13.00 - 18.00.Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum.

Livandi tilfeingi: Føroyskt dygdarhandverk

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
23
/
11
kl.
11:00
Hvar
Reinsaríið og Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Livandi tilfeingi: Føroyskt dygdarhandverk

Nær
Saturday
23
/
11
-
2024
kl.
11:00
Hvar
Reinsaríið og Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk