Landbúnaður og ferðavinna í Reinsarínum
Nú eru nærum tvey ár síðani at Visit Faroe Islands setti sjøtul á verkætlan, ið hevði sum endamál at skipa og menna landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum. Við góðum stuðli úr Búnaðargrunninum hevur borið til at arbeitt skipað við hesum átaksøki yvir longri tíðarskeið og úrslitini eru bæði rúgvumikil og sjónlig. Landbúnaðarferðavinna er í dag ein meiri sjónligur partur teimum tilboðum vit hava at bjóða ferðafólki, og vit hava fingið fleiri nýggjar veitarar í landbúnaðinum, sum hava valt at útbyggja sítt virksemi við tænastum til vitjandi. Tilboðini eru at finna kring alt landið og eru øll dømi um, hvussu ferðavinnan og landbúnaðurin kunnu styrkja og fjøltátta virksemið hjá hvørjum øðrum.
Nú verkætlanin nærkast endanum verður tikið samanum verkætlanina og greitt frá nøkrum av avrikunum. Tað verður á Reinsarínum, 26. november kl. 15:00.
Umframt framløgur frá Heidi Holm, verkætlanarfólki, og Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, koma eisini tríggir veitarar at siga frá teirra royndum at byrja nýtt tilboð innan landbúnaðarferðavinnu.
Skrá
Heidi Holm Verkætlanin Landbúnaður og ferðavinna
Berghild Mittún Upplivingardepil innan føroyska seyða- og matmentan á Selatrað
Bára Joensen Varmakeldugarður. Nýhugsandi neytabóndir í Norðagøtu
Leif á Bøgarði Bøndur, um samstarv og matupplivingar í Kaldbak
Guðrið Højgaard Heim, landbúnaðarferðavinna og framtíðar møguleikar
Fyriskipararnir bjóða lætt ábit frá Ástaklokkuni – sjálvandi úr føroyskum rávørum.
Tiltakið er alment, men vegna avmarkað pláss er tilmelding neyðug. Meldast kann til á https://visitfaroeislands.atgongumerki.fo/webshop/event/2802499/order/info
Reinsaríið 26 nov. kl.15.00-17.00