konsert við FarBeDuo v/ Sámali Petersen og Axel Freier
9. november 2024 kl 15.00 fara Sámal Petersen, violin og Axel Freier, klaver úr Belgia at framføra 3 sonatir á konsert í aulini í Finsen. Teir framføra E Grieg sonatu nr 2(1867), C Franck sonatu(1886) og F Poulenc sonatu(1943). Tvær tær fyrstu eru úr háromantikkinum, meðan tann 3. er smíða og framførd í París undir 2. Veraldarbardaga.
Axel Freier er klaverfylgispælari á Musikkkonservatoriinum í býnum Leuven og framførir javnan konsertir saman við yrkistónleikarum úr Belgia. Axel hevur eisini verið solistur í Grieg klaverkonsert við symfoniorkestri í Belgia. Sámal Petersen er konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri og limur í Aldubáruni. Hann hevur verið solistur við Føroya Symfoniorkestri í 4 ymiskum violinkonsertum. Sum konsertmeistari hevur Sámal eisini framført soloverk og nógvar konsertmeistarasoloiir.
Konsertin verður við einum steðgi umleið 1 tíma og 45 min.
Tiltakið er stuðlað av Konsertfelagnum, Tórshavnar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Fuglafjarða kommunu.