Kalas útgávukonsert
Tann 22. februar verður Reinsaríið karmur um eina minniliga konsert við Kalas, ið fara at hátíðarhalda útgávuna av debut EP teirra „Minnisgripir”, ið kemur út sama dag.
Kalas er ein føroyskur fólkatónleikabólkur, sum fýra barndómsvinkonur stovnaðu í 2017, eftir at tær høvdu verið á einari fólkatónleikalegu í Finnlandi. Síðani hava tær spælt óteljandi konsertir heima í Føroyum. Harafturat hava tær verið á fleiri fólkatónleikastevnum í Føroyum og uttanfyri landoddarnar.
EP’in „Minnisgripir” fangar kjarnuna á teirra tónleikaligu ferð saman. Hon fevnir um løg, ið eru teimum kær, og bregda tey saman søgur um føroysk landsløg, sagnir um smugglarí í Hetlandi, og siðbundin løg við bæði norðurlendskum og bulgarskum uppruna. Kalas bjóðar uppá eina fjálga og livandi ljóðmynd, sum fagnar teimum menniskjum og støðum, ið hava myndað tær.
Áðrenn Kalas kemur á pallin, fer Kristian Blak at seta stemningin við nøkrum fólkatónum.
Eftir konsertina eru øll, sum hava hug, vælkomin upp á pallin til eina felags jam session, so takið endiliga ljóðførini við!