Jólasoul (jóla- og útgávukonsert)
Tær fimm, Jasmin Mote (jazzygold), Marianna W. Nagata (Marianna Winter), Dania O. Tausen, Katrina Olsen (Katari) og Anna Sofía Skoradal (gówa) + SWAY bjóða aftur í ár inn til ársins jólashow, JÓLASOUL!
Konsertin í ár er tó heilt serlig, tí tað er nú FIMTA árið á rað, at Jólasoul verður og tískil hava tær valt at útgeva eina SPILDURNÝGGJA, FØROYSKA JÓLAPLÁTU (LP & CD).
UM JÓLASOUL & ÚTGÁVUNA
Seinastu 4 árini hava tær skipað fyri egnari jólakonsert, við heitinum Jólasoul. Tær hava framført fyri fullum sali á Reinsarínum (x3) og eisini í Norðurlandahúsinum. Fyrsta árið var Tamara Mneney eisini við, og í fjør til fjórða Jólasoul var Sement vinnari, Anna Sofía Skoradal eisini við.
Tær eru allar nakrar av fremstu sangarinnunum í Føroyum í løtuni, og eisini millum tær yngstu á professionella tónleikapallinum í Føroyum við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum tilsamans undir egnum navni og ymiskum bólkum.
Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tað verða altíð framførdar egnar útsetingar av alskyns jólaløgum, á føroyskum, norskum, enskum, donskum og eitt ár var eisini eitt íslendskt lag sungið. Afturat at útseta tónleikin og týða tekstirnar, gera tær eisini nógv burturúr egnum kórútsetingum.
Keyp atgongumerki HER