Jólasoul (jóla- og útgávukonsert)
Tær fimm, Jasmin Mote (jazzygold), Marianna W. Nagata (Marianna Winter), Dania O. Tausen, Katrina Olsen (Katari) og Anna Sofía Skoradal (gówa)+ SWAY bjóða aftur í ár inn til ársins jólashow, JÓLASOUL!
Konsertin í ár er tó heilt serlig, tí tað er nú FIMTA árið á rað, at Jólasoul verður og tískil hava tær valt at útgeva eina SPILDURNÝGGJA, FØROYSKA JÓLAPLÁTU (LP & CD).
UM JÓLASOUL & ÚTGÁVUNA
Seinastu fýra árini hava tær skipað fyri egnari jólakonsert, við heitinum Jólasoul. Tær hava framført fyri fullum sali á Reinsarínum (x3) og eisini í Norðurlandahúsinum. Fyrsta árið var Tamara Mneney eisini við, og í fjør til fjórða Jólasoul var Sement vinnari, Anna Sofía Skoradal eisini við.
Tær eru allar nakrar av fremstu sangarinnunum í Føroyum í løtuni, og eisini millum tær yngstu á professionella tónleikapallinum í Føroyum við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum tilsamans undir egnum navni og ymiskum bólkum.
Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tað verða altíð framførdar egnar útsetingar av alskyns jólaløgum, á føroyskum, norskum, enskum, donskum og eina árið var eisini eitt íslendskt lag sungið. Afturat at útseta tónleikin og týða tekstirnar, gera tær eisini nógv burturúr egnum kórútsetingum.
Tónleikurin verður framførdur av einum stórum húsorkestri, sum hevur skift eitt sindur fyri hvørt ár, men sum altíð er summi av okkara bestu tónleikarunum í landinum. Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Elin Maria Hansen (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftan á hvørja konsert hevur verið: at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.
Komandi desembur framføra tær ta FIMTU Jólasoul konsertina, og tað ynskja tær at gera til nakað heilt serligt.
"Tað hevur givið okkum sera nógva gleði at gera og framføra hesi mongu løgini fyri føroyingum, og nú ynskja vit at gera eina heildarútgávu, sum samlar fleiri av okkara útsetingum á einari jólaplátu, sum skal útgevast gjøgnum Tutl og standa til sølu, tá jólini byrja í vetur 2024."
Tónleikurin er innspældur og framleiddur av Ari Johannesen við hjálp frá øðrum og er ljóðviðgjørdur av Finni Hansen. Plátuhúsan hava Marianna og Dania sniðgivið. Útgávan inniheldur 11 føroysk jólaløg. Av teimum 11 eru 4 nýskrivað føroysk jólaløg, sum tær hava gjørt til høvið!
"Útgávan er ein tøkk frá okkum til føroyingar, sum seinastu árini hava givið okkum ta stóru gleði at sleppa at framføra jólakonsertir fyri so stórari fjøld av glaðum áhoyrarum. Eftir at fáa fyrispurningar um upptøkur av løgunum í hópatali, meta vit hesu jólaútgávu at vera ein góð jólagáva til føroyingar og Føroyar.
Keyp atgongumerki HER