Greinahegn
Rikke Edberg og Búgvi Róin fara at greiða frá, hvussu avskornar greinar lættliga kunnu gerast bústaður hjá fuglum og smádjórum, um tær verða gjørdar til eitt hegn heldur enn at verða burturbeindar.
Við einum greinahegni í garðinum ert tú við til at økja um lívmargfeldi í nærumhvørvinum, og tú sleppur undan at at koyra fleiri túrar á brennistøðina um árið. Samstundis ert tú eisini við til at minka um CO2 útlátið og veita lívd til bæði djór og menniskju.
Ein, sum veit alt um greinahegn, er Rikke Edberg, verkætlanarleiðari á Renosyd, sum seinastu árini hevur bygt kilometrar av hesum hegnunum saman við skúlum, barnagørðum og grannaløgum í Jútlandi. Í 2022 fekk Renosyd stuðul frá programminum Náttúruloysnir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum til eina royndarverkætlan við greinahegnum, og síðani hava fleiri kommunur í Danmark tikið hugskotið til sín við nógvum fyrimunum.
Tiltakið er ókeypis.