Føroyskur dansur á Reinsarínum
26. desembur kl. 22:00 er høvi at uppliva føroyskan dans á Reinsarínum. Og tú ert hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Øll eru vælkomin.
Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.
Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.
Tað er felagið Tøkum lætt, sum skipar fyri tiltakinum.
Tiltakið er ókeypis.