Fyrilestur um lutaíbúðir.

Mánakvøldið 4. novembur kl. 19.00 verður fyrilestur í Auluni í Finsen um lutaíbúðir. Fyrilesturin er ókeypis.

Jan Hansen er stjóri fyri ABF, ið er ein felagsskapur av privatum lutaíbúðafeløgum í Danmørk.

Í Føroyum hevur verið vanligt, at fólk hava heldur vijað átt egin hús enn at búgva í búfelagsskapum, eitt nú í privatum lutaíbúðum. Í Danmørk eru sløk 10 % av landsins bústøðum privatar lutaíbúðir, og í Keypmannahavn er triði hvør bústaður privat lutaíbúð.

Jan Hansen fer at greiða frá, hvussu gjørt verður í Danmørk í sambandi við lutaíbúðir, og hví lutaíbúðatankin fær so góða undirtøku.

At enda kemur Jan inn á, hvørjir møguleikar eru at byggja lutaíbúðir í Føroyum, og hvørjar avbjóðingar ella forðingar vit kunnu renna okkum í við vaksandi íbúðaprísum og vantandi íbúðum, serliga í Havnini og øðrum størri búplássum.

Fyrilesturin er ókeypis. "Áhugafelagið Lutaíbúðir" skipar fyri. Eftir fyrilesturin verður høvi at seta fyrilestrarhaldaranum spurningar.

Fyrilestur um lutaíbúðir.

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Monday
04
/
11
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Fyrilestur um lutaíbúðir.

Nær
Monday
04
/
11
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk