BØBB –havnardrongur í útlegd

Fá munnu kennast við navnið Bjørn Isholm, men árini 1935 til 1950 var hann partur av grannalagnum við Smiðjuna í Lítluvík, har hann búði og vaks upp. Bjørn var sonur Eivin Isholm, sum var blaðstjóri á Tingakrossi í 1935, eftir at pápi hansara, Kristin í Geil, andaðist.

Eivin doyði bara 40 ára gamal í 1944, og í 1950 flutti Bjørn saman við móður og systur síni av landinum. Bjørn gjørdist tí ein havnarmaður í útlegd, men tað forðaði honum ikki í at brúka góðu listargávur sínar.

Bjørn giftist við Miu úr Sveits, og tey ferðaðust nógv runt í Fraklandi, og tað var serliga franska umhvørvið, sum gav Bjørn íblástur til at tekna. Tí eru nógvar av myndum hansara av fronskum motivum, og tað man vera eindømi í listasøguni, at ein føroyskur listamaður hevur lagt seg eftir at arbeiða við slíkum myndevnum.

Bjørn doyði av heilasvulli í 1977, og síðani tá hevur millum lítið og einki verið at hoyrt um henda listamannin. Endamálið við hesi framsýningini av nøkrum av tekningum hansara er at fáa henda gloymda føroyska listamannin í útlegd fram aftur úr gloymskuni.

Opið verður millum kl 14 og 18 allar dagar uttan mikudag.

BØBB –havnardrongur í útlegd

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
03
/
04
kl.
14:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

BØBB –havnardrongur í útlegd

Nær
Thursday
03
/
04
-
2025
kl.
14:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk