Friðarkonsert á Reinsarínum

Fríggjadagin 17. januar kl. 20:00 verður bjóðað til friðarkonsert á Reinsarínum, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum spæla.

Endamálið við friðarkonsertini er at varpa ljós á friðartilgongdir og vápnaavdubbing, heldur enn kríggj og vápnadubbing í krígsraktu økjunum Ukraina og Miðeystri.

Luttakandi tónleikarar verða Rani Nolsøe, Martin Joensen, Jens Marni Hansen, Herborg Torkilsdóttir og Magni Christiansen.

Kríggini halda áfram við ótálmaðari megi, og hótta nú av álvara heimsfriðin samanhildið við ein alsamt harðari orðaleik og polarisering, har fólkasløg verða sett upp ímóti hvør øðrum við fígginda- heldur enn vinamyndum.

Enn røkist tíverri einki fyri friði. Fleiri túsund sivilir borgarar og herfólk hava latið lív síðani kríggini byrjaðu.

Friðarkonsertin er politiskt óheft eisini við tí endamáli, at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukreina og Miðeystri.

Um nakar, so kann tónleikurin sameina fólk og fólkasløg; tí er tað við vónini um góða undirtøku í sambandi við friðarkonsertina 17. januar, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu, hvør einstakur hevur til viðurskiftini í krígsraktu økjunum.

Við friðarkonsertini vilja vit í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Russlandi, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.

Friðarkonsert á Reinsarínum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
17
/
01
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Friðarkonsert á Reinsarínum

Nær
Friday
17
/
01
-
2025
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk