Frá Kuwait til Kyiv
Í sambandi við, at Fróðskapur hevur givið út bókina "Frá Kuwait til Kyiv. Tvær heimsmyndir og russisku innrásirnar í Ukraina" eftir Hans Andrias Sølvará, verður framløga av bókini á Reinsarínum mánakvøldið 14. oktober kl. 19.30.
Har fer Hans Andrias Sølvará at greiða frá um bakgrundina og um bókina, og síðani fara Sjúrður Skaale og rithøvundurin at skifta orð um útgávuna. Bókin er 427 síður við myndum og kortum. Anker Eli Petersen hevur gjørt permumyndina.
Á útgávutiltakinum 14. oktober fæst bókin fyri serprís.