Umhvørvisvikan á Reinsarínum
Í sambandi við Umhvørvisvikuna verður evniskvøld um vatn á Reinsarínum týskvøldið 7. mai kl. 19.00.
Skrá:
- ”Vatn sum tilfeingi” við Bjørn Holm, vatnmeistara í Tórshavnar kommunu.
- ”Ber til at hava vatntrot í Føroyum?” við Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingi, Jarðfeingi.
- Livandi tónleikur við Annu & Angeliku.
- Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, handar umhvørvisstuðulin og grønu virðislønina hjá Tórshavnar kommunu.
Eisini verður Grøna gávan frá Etika latin.