Endabrakið - Seinasti almenni kjakfundurin áðrenn kommunuvalið
Tað er spenningur í luftini, nú endaspurturin til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu er í eygsjón. Og øll eygu og oyra fara at venda móti kjakfundinum á Reinsarínum, har Rás 2 eisini fer at senda beinleiðis.
Evnini hetta kvøldið verða vinnulív og mentan, har tvey umboð frá øllum flokkum og listum luttaka. Og forvitnir borgarar fáa eisini møguleika at koma til orðanna.
Pallborðsfundurin verður á Reinsarínum, har valevnini fara at greiða frá sínum málum og visjónum. Og vit hava fingið garvaða journalistin Beintu Løwe sum orðstýrara. Ein orðstýrari, sum ikki er bangin fyri at spyrja teir røttu spurningarnar og dugir at gera torfør politisk evni einføld.
Endaspurturin er ikki bara ein møguleiki at hoyra politikarar tosa, tí tað verður eisini møguleiki at luttaka í samrøðuni. Tað verður eisini tíð løgd av til spurningar frá fjøldini.
Vit mæla borgarum í kommununi at luttaka og blíva klókari uppá, hvat politikararnir hava at siga, so tú fært eina hóming av, hvar tín krossur skal setast.
Kjakfundurin verður á Reinsarínum 8. novemburr kl. 19:30.