Emma Holten á Reinsarínum
Nógv verður á skránni hóskvøldið tann 3. oktober, tá bókaaktuella Emma Holten verður á Reinsarínum. Sjálv fer hon at tosa um bókina ‘Underskud’, sum hevur elvt til orðaskifti um umsorgan, búskap, løn og javnstøðu.
Lagt verður fyri við trimum stuttum framløgum um føroysk viðurskifti:
- Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur, um búskaparliga ójavnan millum kyn og foreldur
- Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, um triðju vaktina
- Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, um javnstøðuviðurskifti úr nýggjari kanning hjá Demokratia
Eftir tað verður Emma Holten á pallinum, har hon eisini fer at svara spurningum úr salinum. Síðani verður orðskifti um ójavna og virðini, sum kvinnur fyri stóran part skapa, men sum ikki telja við, tá búskaparfrøðingar gera virðini upp.
Tað er ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin.
Um Emmu Holten
Emma er 33 ár og útbúgvin cang.mag. í modernaðari mentan. Fyrilestrarhaldari og feministiskur aktivistur. Underskud er hennara fyrsta bókaútgáva. Hon er eisini víðagitin fyri sín uppreistur móti hevndarporno.
Emma gav í vár út bókina ‘Underskud’, sum er bestseljari í Danmark. Hugvekjandi bókin flytur ósjónligu virðini í okkara samfelag fram í ljósmála, og bókin hevur av tí sama eisini provokerað og elvt til hvast orðaskiftið um umsorgan, búskap, løn og javnstøðu.
Sagt og skrivað um Underskud:
“Emma Holtens debutbog er brilliant.”
- Politiken
“Det er på mange måder lidt af en perle, som Emma Holten har skrevet.”
- Altinget
“En spændende kritik af magthaverne.”
- Weekendavisen
“Den feministiske aktivist og debattør kræver et fundamentalt opgør med vores måde at se verden og tillægge tingene værdi på. Det er tiltrængt.”
- JyllandsPosten